Tunnilsgjald forðar snarbussi

Tunnilsgjald forðar snarbussi
Tunnilsgjaldið ger, at Bygdaleiðir ikki koyra oftari millum Klaksvík og Havnina
Fult tunnillsgjald avmarkar túratalið.
 
10.12.2024 - 06:25

Tunnilsgjaldið ger, at Bygdaleiðir ikki koyra oftari millum Klaksvík og Havnina.

Ítøkiligar ætlanir eru at lata bussin gera fleiri ferðir gjøgnum Eysturoyartunnilin. 

Men sáttmálabundnar útreiðslur við bussveitarar gera, at verður koyrt oftari gjøgnum Eysturoyartunnilin, krevst størri játtan til Strandfaraskip landsins, millum annað til tunnilsgjald.

Tað er ein avbjóðing hjá Strandfaraskipum, at Bygdaleiðir skulu gjalda fult tunnilsgjald fyri hvønn buss.

Tað sigur Dennis Holm, landstýrismaður.

Birita Matras Petersen, løgtingskvinnu, spurdi um snarbussin millum Klaksvík og Havnina.

Strandfaraskip hava fingið nýggja planleggingarskipan, sum verður klár at seta í verk tíðliga í 2025.

Tá hon kemur, vera tillagingar á leið 401, Klaksvík-Tórshavn, og á leiðunum millum vesturøkið og miðstaðar- og norðurøkið raðfestar frammarlaga.

Tí kunnu broytingar væntast á hesum leiðum komandi hálvárið, sigur Dennis Holm. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071