- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tunlarnir norður um Fjall lata upp 19. desember
Tunlarnir norður um Fjall lata upp 19. desember
Verklagslógin sigur, at alt arbeiðið skal skuldi kosta 522 milliónir kr., og líkt er til, at kostnaðurin fer at halda
Mynd: Livar Nysted
09.12.2024 - 12:24
Tunlarnir norður um Fjall lata upp um 10 dagar, tann 19. desember.
Tey boðini hevur Sigurð Ólason Vang, deildarleiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverki, at bera teimum, sum leingjast eftir nýggjum tunlunum.
Arbeiðið fyri báðar tunlarnar og vegirnar í sambandi við tunlarnar skal sambært verklagslógini kosta tilsamans 522 milliónir kr., og hóast alt ikki er gjørt upp enn, er líkt til, at kostnaðurin fer at halda.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
09122024_Tunlar
Hátíðarhaldið við rennikapping og súkklukapping vara í góðan hálvan tíma, og tað vil so siga, at tunlarnir lata upp fyri ferðslu 19. desember klokkan 14:10 - um 10 dagar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. desember
LEITISSTEIN 17.12.2024 (Alternativur jólatónleikur 2024 v/Eileri Sørensen)
185259
Nýggjastu sendingar í SV