Hevur allar neyðugar góðkenningar

Hevur allar neyðugar góðkenningar
Strandfaraskip landsins fara nú gera av, um tey skulu mæla landsstýrinum til at leiga ferjuna Ben My Chree
Ben My Chree er frá 1998.
 
09.12.2024 - 06:34

Í hesari vikuni fara Strandfaraskip landsins at gera av, um tey skulu mæla landsstýrinum til at leiga ferjuna Ben My Chree frá Isle of Man Steam Packet Company at loysa Smyril av, tá hann skal í dokk í august og september næsta ár. 

Niels Juel Arge, stjóri, sigur, at tey gjøgnumgingu skipið í síðstu viku og fara í komandi viku at taka samanum hesar kanningar í eini frágreiðing, sum verður grundarlag fyri antin einum tilmæli ella frámæli um at samskifta víðari við Isle of Man Steam Packet Company um at leiga skipið.

Ben My Chree er frá 1998.

Skipið hevur brúk fyri uppstigan fyri 18 mió pund, 162 mió kr, segði fíggjarmálaráðharrin á Man, Alex Allinson, við BBC fyri einum góðum mánaði síðan.

Niels Juel Arge sigur, at hetta er ikki beinleiðis viðkomandi fyri teirra  møguliga leigumál. 

- Skipið hevur allar neyðugar klassagóðkenningar, og okkum kunnugt er ikki nakað áleikandi krav um størri umvælingar, sigur hann. 

Okkara kanningar higartil benda á, at hetta er eitt skip, sum hevur riggað og riggar væl á hesum leiðum við Isle of Man.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071