- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leysir hundar drupu seyð í Havn
Tveir leysir hundar í løgdu í gjáramorgun á fýra seyðir og fýra gæs í Havn - ein seyður varð so illa bitin at hann doyði av løstunum og hinir tríggjr máttu avlívast.
- eisini gæsnar máttu avlívast eftir, at tær vóru bitnar av hundunum.
Løgreglan fann eigaran, sum segði, at hundarnir vóru rýmdir úr túninum hjá honum.
Eigarin fær bót uppá 1.200 krónur fyri brot á hundalógina, og hevur eisini skyldu til at rinda endurgjald til eigaran av seyði og flogfenaði.
Í alt kann tað koma uppum 30.000 krónur í endurgjaldi og bót.
Sambært Hundalógini grein 6, stk 3 kann hundur. sum sum loypur á, skaðar húsdjór, serliga seyð og lomb, heima og úti í haga, verða skotin.
Í grein 6 stk. 2 stendir, at hevur hundur fyrr elvt skaða, og hann, sum hevði hann, kom undir sekt ella endurgjald eftir dómi, samtykt ella sátt, skal landfútin treyta honum, sum hevur hund, at avlíva hundin, um so er, at hann verður ikki havdur inni í heilum ella fær fullgott kjaftband.