Flogternurnar og arbeiðsgevarafelagið gjørt nýggjan sáttmála

Flogternurnar og arbeiðsgevarafelagið gjørt nýggjan sáttmála
Karmurin í sáttmálanum er tann sami, sum arbeiðsgevararnir hava gjørt við onnur fakfeløg í hesum samráðingarumfarinum
Sára Eysturoy, forkvinna í Súluni, og Kristoffur Laksá fyri arbeiðsgevarafelagið, tá skrivað var undir nýggjan sáttmála.
Mynd: Vinnuhúsið  
 
18.11.2024 - 14:18

Flogternurnar hjá Atlantsflogi hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála.

Tað skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag á heimasíðu sínari í dag. 

1. oktober í ár hækkar lønin 4,32 prosent og 1. oktober næsta ár 3,87 prosent.

Karmurin, 8,19 prosent, er á sama stigi sum aðrar semjur, sum Føroya arbeiðsgevarafelag hevur gjørt við onnur fakfeløg í hesum samráðingarumfarinum

- Hvør dagur hjá eini flogternu er ein arbeiðsdagur. Tí fóru vit eftir treytum, sum snúgva seg um frítíð. 

Tað sigur Sára Eysturoy, forkvinna í Súluni, sum er fakfelag hjá flogternunum:

 

18112024_Sulan_og_sattmali

 

 

(Mynd: Vinnuhúsið)

Eisini Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Flogteknikarafelag hava gjørt semju um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar. Karmurin upp á 8,19 er tann sami sum hjá flogternunum. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jólakonsert úr SALT (2:2)
149967
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185569
Mikudag 25. desember
Jól við Løkin 1:2
185547