Bjarni Prior heldur fram

bannari
Bjarni Prior heldur fram
Borgarstjórin í Vága kommunu komandi fýra árini eitur eisini Bjarni Prior. Nývalda býráðið skipaði seg í gjár
Bjarni Prior heldur fram sum borgarstjóri í Vága kommunu. Hann fekk 258 persónligar atkvøður á valinum týsdagin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.11.2024 - 11:13

Nýggja býráðið í Vága kommunu, sum fevnir um bygdirnar Sandavág, Miðvág og Vatnsoyrar, skipaði seg á fundi fyrrapartin í gjár.

Borgarstjórin síðstu fýra árini, Bjarni Prior, ið fekk nógv flestar atkvøður á kommunuvalinum týsdagin, heldur fram sum borgarstjóri, og nýggjur varaborgarstjóri er Jóanis Albert Nielsen.

Hetta samtykti býráðið einmælt, áðrenn tær fýra føstu nevndirnar í býráðnum vórðu valdar.

Tær eru fíggjarevndin, tekniska nevnd, vinnu- og havnanevndin, og mentanar- og trivnaðarnevndin.

Eisini vóru tríggir býráðslimir vald í stýrið fyri Vesturvón, ein í nevndina fyri IRF, umframt tríggir limir í tilbúgvingarnevndin.

Umframt Bjarna Prior og Jóanis Albert Nielsen eru býráðslimirnir í Vága kommunu hetta komandi skeiðið Gunnvá á Lofti, Thilda Hansdóttir í Líðini, Súsanna Nordendal, Jónhard Selfoss, Ingi Wiberg, Elsibet Jacobsen, Beinta Gudmundsen, Albert Ellefsen og Dánial Hansen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749