Ísrael átekur sær ábyrgdina

Ísrael átekur sær ábyrgdina
Tveir mánaðir eftir persónssøkjaraatsóknirnar í Libanon og Sýrialandi váttar ísraelski forsætisráðharrin, at atsóknirnar høvdu hansara góðkenning.
 
10.11.2024 - 18:21

Ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu váttaði í dag, at hann góðkendi persónssøkjaraatsóknirnar í Libanon og Sýrialandi fyri skjótt tveimum mánaðum síðani.

Tað veit AFP-tíðindastovan at siga frá talsmanni hansara Omer Dostri.

Tað var tann 17. septembur, at túsundtals persónsøkjarar hjá Hizbollah-yvirgangsfólkum sprongdust og næstu dagarnar eisini hundraðtals walkie-talkies.

Tilsamans kostaðu atsóknirnar yvir 30 fólkum lívið, harav fyrst og fremst yvirgangsfólkum, og útivið 3.000 fingu løstir, teirra millum eisini sivilfólk.

Beinanvegin varð gitt, at ísraelskar fregnartænastur stóðu aftan fyri atsóknirnar, ið skuldu vera fyrireikaðar í fleiri ár, men ikki fyrr enn nú hevur Ísrael átikið sær ábyrgdina fyri tær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881