Tað skal bera til at byggja bílígari, samstundis sum góðskan er í lagi

Tað skal bera til at byggja bílígari, samstundis sum góðskan er í lagi
Tað sigur Albert Isfeld, arkitektur, sum hevur teknað eitt uppskot til ein bústað, sum kann byggjast sum serstøk sethús, raðhús og randarhús
 
07.11.2024 - 14:00

Kostnaðurin kann fáast munandi niður við at byggja einkult og við at minka um óneyðugt spillpláss mest møguligt, sigur Albert Isfeld, ið hevur lagt seg eftir at tekna eini hús, har ið góðskan er í lagi, dentur er lagdur á tað estetiska og vakra, samstundis sum funktiónin í húsinum skal vera í lagi. Eisini er hædd tikin fyri møguligari bygging, sum er har frammanundan, eins og landslagnum, umhvørvinum og klassiskum og søguligum medviti.

Í stovuhæddini, ið er umleið 72 fermetrar til støddar, er inngongd og durur, eitt kamar, baðirúm, og stova og køkur í einum. Húsini hava tekju, ið hellur annan vegin, og tí verður loftið umleið 30 fermetrar stórt, samstundis sum tað verður høgt til loftið í stovuni. Á loftinum eru tvey kømur og eitt baðirúm. Harumframt ber til at gera eitt rúm afturat, skuldi tørvur veri á tí. Eisini hava húsini hjall og úthús.

 

 

Domus Mini, ið eru 103 bruttofermetrar til støddar umframt úthús, ið er 9 fermetrar stórt

 

Húsini, ið Albert Isfeld nevnur Domus Mini, kunnu byggjast sum støk sethús, raðhús ella randarhús. Eisini hevur Albert Isfeld teknað minstu húsini við einum útbygningi, ið nevnist Domus Midi.

 

 

Hesar tekningarnar eru av Domus Midi, ið er 117 bruttofermetrar til støddar umframt úthús, ið er 9 fermetrar

 

Albert metur, við einum ávísum fyrivarni, at húsini kunnu byggjast fyri umleið 2 milliónir krónur umframt grundøki.

Ein av teimum stóru avbjóðingunum í Føroyum er høgi kostnaðurin, tá tú skalt byggja, keypa ella leiga tær ein bústað. Og hetta hevur nógvar trupuleikar við sær hjá teimum, ið skulu keypa ella byggja fyri fyrstu ferð. Tí setti Albert Isfeld, sum hevur starvast sum arkitektur í eina hálva øld, sær fyri at tekna eitt sethúsa- og íbúðarmodell, ið gjørdist so bíligt sum møguligt, samstundis sum útsjónd, funktión og góðska eru í lagi.

 

 

Her síggjast Domus Mini sum bæði støk sethús og raðhús

 

1706873

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431