Tollpolitikkurin hjá Trump ørkymlar Bakkafrost

Tollpolitikkurin hjá Trump ørkymlar Bakkafrost
Bakkafrost útflutti fyri tvær milliardir krónur til USA í fjør, so tað fer at merkjast, um Donald Trump fer at hækka tollin upp í 10 prosent, kemur hann aftur í Hvítu húsini
Tað kann koma illa við hjá Bakkafrosti, um Donald Trump vinnur amerikanska forsetavalið, tí hann hevur hótt við at hækka tollin á innfluttum vørum munandi.
 
29.10.2024 - 18:00

Verður Donald Trump aftur forseti í USA, so fáa fyritøkur, sum ikki framleiða sínar vørur í USA,  truplari kor. 
Tað ørkymlar Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrosti, at tað í løtuni tykist vera ein avglobalisering, har stóru londini gerast stigvíst minni knýtt at hvørjum øðrum, tá ið ræður um vøruhandil.

 

Regin Jacobsen. 

 

Donald Trump. 

 

20-25 prosent av øllum útflutninginum hjá Bakkafrosti í fjør vóru seld á amerikanska marknaðinum, og tað svarar til umleið tvær milliardir kr.

Tí fer tað at merkjast, um Trump kemur aftur í Hvítu húsini, og fer at hækka tollin upp í 10 prosent, sum hann hevur boðað frá undir valstríðnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

29102024_Tollur

 

Amerikanska forsetavalið verður tann 5. november.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035