- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hezbollah fingið nýggjan leiðara
Naim Qassem tekur við sum leiðari fyri Hezbollah í Libanon.
Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.
71 ára gamli Qassem tekur við eftir Hassan Nasrallah, sum læt lív 27. september í ísraelskum luftálopi í Beirut.
Qassem hevur seinastu tíðina verið virkandi leiðari.
Verið varaleiðari
Hann gjørdist varaleiðari í Hezbollah í 1991, og helt fram sum varaleiðari, tá ið Nasrallah gjørdist leiðari.
Qassem hevur seinastu árini verið eitt at talsfólkunum hjá Hezbollah.
Hann var hin fyrsti í ovastu leiðsluni hjá Hezbollah, sum tosaði í sjónvarpi, eftir at Nasrallah hevði latið lív.
Tá segði hann, at Hezbollah fór at velja nýggjan leiðara, og at tey fara at stríðast móti Ísrael í samhuga við palestinar.