- Tíðindi, mentan og ítróttur
TB upp við ungum spælarum
Eftir eitt árs fráveru verður TB aftur at síggja í bestu fótbóltsdeildini komandi ár. Næstbesta deildin endaði fríggjakvøldið, og við 1-0 sigri móti FC Hoyvík tryggjaði TB sær triðja plássið í deildini, sum merkir uppflyting til Betri deildina.
- Tað var ikki málið frá byrjan at flyta upp, sigur Andre Dalfoss, formaður í TB. Orsøkin til avmarkaðu vónirnar var millum annað, at TB hevði heilt nógvar ungar spælarar.
Tað bleiv rættiliga spennandi í síðsta umfari, tí eitt skifti lá B71 til at fáa triðja plássið og uppflytingina, men so skoraði TB í Hoyvík og vann tann altavgerandi sigurin.
Saman við TB flytur FC Suðuroy eisini upp. Sostatt verða tvey suðuroyarlið í bestu deildini í 2025.
Hoyr samrøðu við Andre Dalfoss: