- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya í sjónvarpinum í kvøld
Í eini roynd at røkk fleiri fólkum, so verður árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya send í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya úr Fiskastykkinum í Sandavági.
Landsinnsavningin er ein møguleiki hjá fólki og fyritøkum at savna pening inn til at hjálpa, har neyðin er størst.
Á skránni verða samrøður og innsløg um hjálpararbeiðið í Føroyum og kring heimin, undirhald og tónleikaframførslur frá eitt nú Beinir, Vágaverk, Guðrið Hansdóttir og JazzyGold.
Vertir eru Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Jógvan Skeel Nolsøe.
Øll, sum ringja á 90 56 56, ella keypa ein lutaseðil á síðuni hjá Reyða Krossi Føroya, stuðla við 200 krónum og eru við í lutakastinum um ein spildurnýggjan Volvo EX30 elbil.
Fyritøkur, feløg, kommunur, stovnar og líknandi eru eisini hjartaliga vælkomin at stuðla Landsinnsavningini, og kann stuðulin skrásetast á heimasíðuni hjá Reyða Krossi Føroya.
Landsinnsavningin sæst her á heimasíðu Kringvarpsins frá klokkan 19.