Kalsoyingar vilja hava bíleggingarskipanina eftirmetta

Kalsoyingar vilja hava bíleggingarskipanina eftirmetta
Paulina Eliasen á Syðradali sigur, at skipanin er góð hjá teimum, sum bíleggja í góðari tíð, men ikki hjá teimum, sum ætla at gera ein spontanan túr í oynna
Kalsoyingar vilja hava bíleggingarskipanina eftirmetta. (Savnsmynd)
 
21.10.2024 - 17:00

- Trivnaðurin í Kalsoynni er ávirkaður av ferðsluni í og úr oynni. Vit sóknast eftir eini eftirmeting av bíleggingarskipanini. 

Tað sigur Paulina Eliasen, sum býr á Syðradali. 

Hon fegnast um, at fólk í Kalsoynni hava tryggjað sær pláss hvønn túr við strandfaraskipinum, eisisni við bili,og tann skipanin riggar væl.

 

Paulina Eliasen.

 

Men bíleggingarskipanin riggar ikki væl hjá teimum, sum hava tilknýti til oynna, og ætla at gera ein spontanan túr í Kalsoynna. Hin riggar best hjá teimum, sum bíleggja sær pláss í góðari tíð frammanundan. 

Kalsoyingar vil hava fund við Strandferðsluna um málið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21102024_Paulina


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. desember
Morgunlestur mikudagur 4. desember 2024
183616
Týsdag 3. desember
LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)
184618
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482