- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava skrivað undir avhendingarskjal um langhylin
Hava skrivað undir avhendingarskjal um langhylin
Væntandi letur langhylurin upp í viku 45, sum er vikan fyri kommunuvalið
Mynd: J&K Petersen
18.10.2024 - 15:08
Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstakari, hava í dagskrivað undir avhendingarskjal um langhylin í Gundadali.
Tað skrivar J&K Petersen á heimasíðuni.
Næstu vikurnar fer kommunan at gera nýggja økið og hylin kláran til nýtslu.
Langhylurin er bygdur upp í verandi svimjihøll, og hevur 10 geilar upp á 50 metrar.
Har eru gott 600 áskoðarapláss, vælveruøki við heitum hylum, gosbaði, hitarúmi, dampbaði og mangt annað.
Væntandi verður latið upp í viku 45, tað er vikuna fyri kommunuvalið. Nærri kunning kemur um hetta frá Tórshavnar kommunu í næstum, verður sagt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV