Kringvarpið um høgtíðina: Her er jólaskráin í útvarpinum og sjónvarpinum

Um KVFTíðindi
Kringvarpið um høgtíðina: Her er jólaskráin í útvarpinum og sjónvarpinum
Kringvarpið bjóðar góðar, gamlar klassikarar og spildurnýggjar sendingar í bæði útvarpinum og sjónvarpinum um høgtíðina. Onkur nýggjur føroyskur filmur verður eisini at síggja
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.12.2024 - 12:50

Høgtíðin setur sjálvandi sín dám á skránna hjá Kringvarpinum tað, ið eftir er av árinum. Vit hava lagt okkum eftir at gera eina fjølbroytta og hugnaliga skrá, sum bæði børn og vaksin fáa gleði av. 

Niðanfyri kanst tú lesa um bæði afturvendandi og nýtt tilfar, sum er á jólaskránni í útvarpinum og sjónvarpinum hesar seinastu vikurnar av desember. 


Útvarpið

Vit leggja fyri 23. desember klokkan 18.30 við jólaheilsanum frá útisetum.

Jólaaftansmorgun eftir tíðindini kl. 10 kunnu børnini gleða seg til at ringja til jólamannin, sum situr klárur við telefonina í Skeivahelli.
 
Seinni jólaaftan fara vit á jóla- og familjukonsert við Føroya Symfoniorkestri. Út á kvøldið spælir Bjørn Hentze Bech gamlar jólaslagarar, og jólaaftanskvøld í útvarpinum endar við midnáttarmessu úr Mariukirkjuni.


Jóladag og annan jóladag hevur útvarpið fleiri forkunnugar sendingar. Úr rúgvuni kunnu vit nevna sendingina "Horvni Mykinesmaðurin", sum Magni Arge leggur til rættis. Sendingin snýr seg um mykinesmannin Jóan Frederik Joensen, sum fór til Kanada í 1912. Seinni misti familjan sambandið við hann, og fólk fóru at kanna, hvat var blivið av honum.

Ársins jólagestur er Kinna Poulsen. Hana kenna vit best sum ummælara av føroyskari list. Jógvan Arge hittir hana klokkan 14.15 jóladag.

Klokkan 15 verður konsert við Tórshavnar Manskóri og Tarira á skránni. Konsertin var hildin í Vesturkirkjuni í Havn sunnudagin 15. desember í ár. Theodor Kapnast tók upp og legði til rættis.

Seinnapartin annan jóladag fer lektari í kirkjusøgu, Jákup Reinert Hansen, at siga frá Jesper Brochmand. Hann var professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn og Sælands biskupur og sostatt eisini biskupur í Føroyum. Armgarð Arge legði til rættis.

Annað jólakvøld skipar Jóhann Mortensen sum vant fyri at fara upp á gólv, og kvøldið endar við væl umtóktu Plátubarrini.


Og sjálvandi verður nýggjárið eisini hátíðarhildið í útvarpinum. Plátupanelið tekur saman um árið, ið fer í bæði føroyskum og altjóða tónleiki, og spurnakapping um minniligar hendingar í 2024 verður hildin í Nýggjárinum á Quiztinum. Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard halda somuleiðis Nýggjár á Gentuvesinum. 

Nýggjársdag verður tikið saman um árið 2024 frá ymiskum sjónarmiðum í Samværu, Nýggjársgestinum og Vágskálini, har vertir og gestir viðgera ymisk rák og hendingar.

 

Sjónvarpið

Sunnudagin 22. desember verður debutkonsertin hjá Kristinu Thede Johansen, SANSA Føroyar, framførd. Fimm nýggj føroysk tónlistaverk verða framførd av einum úrvali av Føroya fremstu tónleikarum. Njótið eina ferð ígjøgnum føroyska søgu og mentan við tónleikinum í hásæti.

Seinnaparturin jólaaftan er halgaður børnunum við sendingini "Meðan vit bíða". Julius og Rógvi fara at hugna sær, kanska fáa sær okkurt jólaligt at eta og pakka eina gávu upp. Vit fara at síggja nýggja filmin um Labbaliðið og eisini um Grísa-Peppu, Sáru og dunnu, Mouk og L fyri Lomb. Og síðani lurta vit eftir jólaevangeliinum, sum Vón fer at lesa.


Høvi verður hjá allari familjuni at savnast um seinastu partarnar av spennandi jólakalendara okkara, Snæfalli. Og so verður ein heilt serlig jólagáva til børnini: Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum, sum verður vístur jólaaftan og endursendur nýggjársdag. Filmurin verður sjálvandi eisini tøkur á kvf.fo og í VIT-appini.


Jóladag verður beinleiðis gudstænasta úr Havnar kirkju, har vakrir horntónar eisini vera at hoyra. Uni Næs, dómpróvstur, prædikar.

Livar málar lagnustund. Fyrsta jóladag klokkan 20 verður dokumentarurin “Brotið” í sjónvarpinum. 26. august í ár holvdist Naddoddur av einum ógvusligum broti í Stadhavinum út fyri norsku strondini. Livar Nysted var við og varð bjargaður. Men unga meksikanska kvinnan Carla Dana druknaði. Vit fylgjast heim úr Noregi við Livari og eru við, nú Livar brúkar pensilin sum amboð at seta orð á skelkandi hendingina. Gjørt sendingina hava Gestur Janusarson Lómstein og John Johannessen.


Aftur í  ár fara vit í Løkshøll í Runavík. Vit senda fyri tíggjundi ferð frá hugnaligu jólakonsertini, sum hevur eina drúgva skrá við fleiri væl umtóktum tónleikanøvnum. Konsertin verður send í tveimum pørtum fyrsta og annan jóladag. 

Seinni út á kvøldið fara vit til árligu jólakonsertina í Ebenezer í miðbýnum í Havn. Á skránni er Ebenezerkórið og gentukórið Aloe, umframt solistarnir, Erla Bech Nolsøe, Bárður á Lakjuni, Marjun Wolles og Bárður Tindskarð.


Annan jóladag fáa vit innlit í lívið og gerandisdagin hjá Páli Weihe, professara, í sendingini “Mítt lívsverk”. Vit fylgja Páli í hansara gerandisdegi til arbeiðis í Sigmundargøtu í Havn, og vit eru eisini við honum til fundir uttanlands. Men sendingin gevur okkum eisini innlit í privatpersónin, Pál Weihe. Vit vitja m.a. í heimbygdini Sørvági, vitja aftur á gamlar slóðir í Keypmannahavn – og so eru vit eisini við til ein forkunnugan døgurða saman við góðum vinum.


Nýggjársaftan klokkan 19 vendir løgmaður sær til okkara við nýggjárskvøðu, og klokkan 19.15 verður fyrsta nýggjársrøðan til Ríkisfelagsskapin frá Fríðriki Kongi. 

Klokkan 19.30-21.30 er "Nýggjár 2024" á skránni, har vit við innsløgum og beinleiðis samrøðum lodda dýpið á nýggjárshýrinum kring landið og líta aftur á árið, ið fer. 

Seinni nýggjársaftan verður væl umtókta sendingin "Syngið við" aftur at síggja í sjónvarpinum. Umleið 50 fólk plaga at savnast til at skapa nýggjárshýr, og hesa ferð verður tiltakið úr dansistovuni í Sørvági. Tað ber til at syngja við heima úr stovuni, tí sendingin verður tekstað, og somuleiðis verður sangheftið tøkt á kvf.fo. 

"Syngið við" var á fyrsta sinni sent í 1989.


Sí alla útvarpsskránna her og sjónvarpsskránna her

Kringvarpið ynskir Føroya fólki gleðilig jól og gott nýggjár.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431

Um kvf css