Dripin Hamas-leiðari legði yvirgangsatsóknina á Ísrael til rættis

Dripin Hamas-leiðari legði yvirgangsatsóknina á Ísrael til rættis
Yahya Sinwar var ein av týdningarmestu limunum í Hamas, og var tað eisini, áðrenn hann gjørdist leiðari
Ísrael sigur seg hava dripið Hamas-leiðaran, Yahya Sinwar. Hann var ein av teimum fáu, sum vistu um álopið á Ísrael 7. oktober í fjør.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
18.10.2024 - 09:16

Hamas-leiðarin, Yahya Sinwar, sum eftir øllum at døma var dripin í gjár undir ísraelskum álopi, var eitt av fimm fólkum, sum vistu um yvirgangsatsóknina móti Ísrael 7. oktober í fjør.

Sinwar var ein av týdningarmestu limunum í Hamas, og var tað eisini, áðrenn hann gjørdist leiðari.

Hann var millum teirra, sum løgdu yvirgangsatsóknina 7. oktober til rættis, siga fleiri fólk, sum kendu Hamas-leiðaran, á ymsum miðlum. 

Ein teirra er Mustafa Barghouti, sum er leiðari í flokkinum "Framtakið fyri tjóðina Palestina."

 

Ein hetja

Hann sigur við CNN, at Hamas-leiðarin var ein hetja:

- Yahya Sinwar verður mintur sum ein hetja, tí hann doyði og stríddist fyri sítt fólk. Ofta verður sagt, at Hamas krógvar seg millum silvilfólkið, men Sinwar stóð andlit til andlits við ísraelsku hermenninar, sigur floksleiðarin. 

Hamas hevur ikki váttað enn, at Sinwar er deyður. 

 

Hamas mist valdið

Í einari røðu í gjár, segði ísrelski forsætirsráðharrin, Benjamin Netanyahu, at nú verður tað ikki longur Hamas, sum stýrir Gasa. 

- Hetta er byrjanin til ein dag eftir Hamas, har tað ber til hjá tykkum íbúgvum í Gasa endiliga at sleppa undan einaræðinum, segði ísrelski forsætisráðharrin m.a.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480