Føroyingar taka undir við gjøldum á tóm hús

bannari
Føroyingar taka undir við gjøldum á tóm hús
Tveir av trimum føroyingum taka undir við, at kommunurnar fara at leggja tænastugjald á summarhús og hús, ið standa tóm
Undirtøkan fyri at leggja tænastugjøld á tóm hús er størst í Suðuroy
Mynd: Tilvildarlig mynd  
 
16.10.2024 - 10:33

Tveir av trimum føroyingum, ella 67 prosent, taka undir við, at føroysku kommunurnar skulu fáa heimild til at leggja tænastugjald á summarhús og hús í kommununi, sum standa tóm.

Tað vísir stóra kommunukanningin hjá Kringvarpinum.

Men 22 prosent siga nei, og 11 prosent siga seg ikki vita.

Løgmálaráðið hevur í umbúna at gera eitt lógaruppskot, sum skal geva kommununum heimild til at taka eitt sonevnt tænastugjald frá húsaeigarum, sum hava summarhús ella hús, sum standa tóm. Kommunufelagið hevur leingi viljað, at kommunurnar fáa eina slíka heimild. Tænastugjaldið skal takast fyri eitt nú kavarudding, avheintan av burturkasti, viðlíkahald av vegum og øðrum kommunalum tænastum, ið verða veittar hesum húsum, sjálvt um tey standa tóm ein stóran part av árinum.

Júst hvussu stórt hetta tænastugjaldið skal vera - ella um nakað gjald skal vera yvirhøvur - verður upp til kommunurnar sjálvar at gera av.

Kanningin vísir eisini, at tað serliga eru mannfólkini, sum taka undir við tænastugjøldunum, men munurin á kynunum er ikki so stórur í hesum føri.

Hinvegin er rættiliga stórur munur á aldursbólkunum. Tí aldursbólkinum 18-29 ár eru væl færri, sum taka undir við tænastugjøldum, enn í eldru aldursbólkunum.

Hyggja vit so eftir økjunum í landinum, er eisini rættiliga stórur munur á. Í Suðuroy siga 80 prosent seg taka undir við tænastugjøldum, men í Norðoyggjum eru tey bert 57 prosent.


Talvurnar vísa undirtøkuna fyri tænastugjøldum, býtt á kyn, aldur og hvussu undirtøkan er ymsastaðni í landinum
 

Kanningin vísir eisini, at undirtøkan fyri tænastugjøldum eisini er tengd at, hvussu stóra inntøku fólk hava. Og tað er helst ikki so óvæntað, at undirtøkan fyri tænastugjøldum veksur í tráð við hvussu stór ársinntøkan hjá fólki er - men undirtøkan minkar aftur hjá teimum, sum forvinna allarmest.


Talvurnar vísa undirtøkuna fyri tænastugjøldum, býtt á ársinntøku hjá ávikavist einstaklingum og húsarhaldum
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749