Løgmansskrivstovan hevur biðið Landsverk hjálpa sær við tunli

Løgmansskrivstovan hevur biðið Landsverk hjálpa sær við tunli
Landsverk hevur, síðani málsøkið undirsjóvartunlar var flutt Løgmansskrivstovuni, í ávísan mun verið við í arbeiðinum at fyrireika Suðuroyartunnilin
Løgmansskrivstovan vil hava Landsverk við í arbeiðinum at fyrireika Suðuroyartunnilin.
 
15.10.2024 - 06:18

Landsverk hevur, síðani málsøkið undirsjóvartunlar var flutt Løgmansskrivstovuni, í ávísan mun verið við í arbeiðinum at fyrireika Suðuroyartunnilin.

Landsverk hevur verið í arbeiðsbólkum saman við Tunnilsfelagnum um linjuføringar, tunnilsgrót og trygd í tunlum. 

SWECO hevur verið við í nøkrum tunnilsverkætlanum í Føroyum.

SWECO hevur gjørt uppgávur fyri Norðoyatunnilin, Vágatunnilin og Landsverk.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann, sum spurdi um frágreiðingina frá SWECO um trygdina í Suðuroyartunlinum.

Landsverk hevur arbeitt við forkanningum og fyrireikingum til Suðuroyartunnilin í 2020, 2021 og 2022.

Landsverk hevur millum annað fingið til vegar frágreiðingar, sum lýsa Suðuroyarleiðina. 

Landsverk bað ráðgevarafyritøkuna SWECO gera tvær trygdarkanningar um Suðuroyartunnilin, eina váðakanning í sambandi við eld og eina kanning um eld í byggitíðini. 

Frágreiðingar hjá SWECO

Frágreiðingarnar vóru lidnar í apríl og mai 2022. 

Landsverk hevur eisini eftir áheitan frá Løgmansskrivstovuni eftirkannað ymiskt tilfar frá P/F Suðuroyartunlinum, sum verður brúkt til at fyrireika verkætlanina.

Landsverk og Tunnilsfelagið hava havt tveir fundir í arbeiðsbólkinum um trygd í Suðuroyartunlinum. 

Á fyrra fundinum vísti Landsverk til frágreiðingina hjá SWECO. 

Á seinna fundinum, sum var síðst í 2023, fekk Landsverk frágreiðingina frá Norconsult, sum Tunnilsfelagið hevði bílagt, sigur Dennis Holm. 

Frágreiðingarnar eru rættiliga ólíkar. 

Landsverk metti, at frágreiðingin hjá Norconsult ikki í nóg stóran mun leggur upp fyri, at Suðuroyartunnilin verður so langur. 

Um ársskiftið bað Landsverk tí SWECO  meta frágreiðingina hjá Norconsult.

Landsverk fekk ta frágreiðingina frá SWECO í mars í ár. 

Fyrireiking

Ætlanin hjá Landsverki var, at frágreiðingin frá SWECO skuldi vera eitt stig á leiðini til at fyrireika stovnin til myndugleikauppgávuna við trygd í tunlinum. 

Landsverk hevur goldið trygdarfrágreiðingina frá SWECO. Hon kostaði 165.000 kr.

Frágreiðingin hjá SWECO var latin Løgmansskrivstovuni 30. august.

Løgmansskrivstovan bað um hana.

Í lógunum um verandi undirsjóvartunlar stendur, at landsverk skal góðkenna tunnilsverkætlanirnar, áðrenn arbeiðið byrjar.

Dennis Holm heldur tað vera ein natúrligan part av fyrireikingunum at fáa til vegar trygdarkanningina, tá Landsverk skal góðkenna tunnilsverkætlanir, áðrenn arbeiðið fer í gongd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. desember
Morgunlestur mikudagur 4. desember 2024
183616
Týsdag 3. desember
LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)
184618
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482