Politiið: Sera hált í Havn

Politiið: Sera hált í Havn
Vegirnir í Havn eru sera hálir nú fyrrapartin, og tí heitir politiið á bilførarar um at vísa størsta varsemi
Politiið boðar frá, at tað er sera hált at koyra í Havnini nú fyrrapartin
Mynd: Savnsmynd  
 
13.10.2024 - 10:55

Politiið boðar frá, at vegirnir í Havn eru sera hálir nú fyrrapartin.

Kommunan er farin í holt við at salta vegirnar. Byrjað verður við brekkunum og har sum bussleiðin koyrir, men heitt verður á bilførarar um at visa størsta varsemi, serliga á vegum, har sólin ikki sleppur so lætt framat. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri restina av landinum, har vandi er fyri hálku.

Enn er einki frætt um nøkur ferðsluóhapp í morgun orsakað av hálkuni, men tvey óhapp vóru í gjárkvøldið, eitt í Vestmanna og eitt millum Fjarða í Eysturoynni.

 

Sent út kl. 11.00.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. desember
Morgunlestur mikudagur 4. desember 2024
183616
Týsdag 3. desember
LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)
184618
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482