Hálv millión fólk flýggja í Libanon

Hálv millión fólk flýggja í Libanon
Talan er um eina humanitera vanlukka, sigur ST
Seinastu dagarnar eru í minsta lagi 350.000 libanesar flýddir í egnum landi, og harafturat eru 130.000 libanesar og sýrar, sum búgva í Libanon, flýddir til Sýria. 
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.10.2024 - 08:34

Umleið ein hálv millión fólk flýggja undan ísrealsku álopunum á Libanon.

Tað metir flóttafólkastovnurin hjá ST, UNHCR, sum kallar tað fyri eina humanitera vanlukku, skrivar danska kringvarpið

Seinastu dagarnar eru í minsta lagi 350.000 libanesar flýddir í egnum landi, og harafturat eru 130.000 libanesar og sýrar, sum búgva í Libanon, flýddir til Sýria. 

Sambært libanesisku myndugleikunum eru umleið 1,2 milliónir fólk flýdd undan álopunum.

 

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Fingu einki við sær

- Tað er ein humaniter vanlukka. Nógv flóttafólk eru til gongu og eru rýmd heimanífrá uttan at hava tikið nakað við sær, sigur Andreas Fløistrup, kunningarstarvsfólk hjá UNHCR, við morgunsendingina hjá P1.

- Vit samstarva við libanesisku myndugleikarnar og royna at fáa teimum tak yvir høvdið í onkrum skúla ella onkrum øðrum almennum bygningi. Men nógv liggja eisini úti á berajóli, tí tað er ikki pláss fyri teimum nakrastaðni, leggur Andreas Fløistrup afturat.

Annars hevur Houti-felagsskapurin í Yemen váttað, at hann í nátt hevur sent dronur inn í ísraelska býin Tel Aviv.

Sambært ísrealska herinum eydnaðist tað at verja seg fyri loftálopunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079