Føroyski sendimaðurin í Ísrael í bumbuskýli

Føroyski sendimaðurin í Ísrael í bumbuskýli
Hizbollah skeyt fyrrapartin rakettir inn yvir Tel Aviv
Petur Petersen er føroyskur sendimaður í Ísrael, og hann heldur til í Tel Aviv.
 
01.10.2024 - 13:51

Petur Petersen, føroyskur sendimaður í Ísrael, fór í bumbuskýli, tá Hizbollah skeyt rakettir inn yvir Tel Aviv fyrrapartin, sum aftursvar til ísraelsku innrásina í Libanon.

Ísrael skeyt rakettirnar niður, men kortini er tað ikki vandamikið, tí petti frá rakettunum kunnu gera skaða:

 

01102024_Petur_1

 

Ísraelsku loftálopini á Beirut halda eisini fram. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Hizbollah ætlaði at gera ein nýggja innrás í Ísrael.

Tað sigur Daniel Hegari, talsmaður fyri ísrelska herin IDF, sum vil vera við, at Hizbollah ætlaði at endurtaka yvirgangsálopið frá 7. oktober í fjør. 

Tí gjørdi Ísrelski herurin landálop í Libanon í morgun, skrivar Ritzau. 

- Hizbollah hevði lagt til rættis eina nýggja 7. oktober-innrás og ætlaði leypa á felagsskapir og drepa ósekar menn, kvinnur og børn, sigur Daniel Hegari.

Hann leggur dent á, at Ísrael er í kríggi við Hizbollah og ikki við libanesiska fólkið. 

Tað var tíðliga í morgun, at ísrelski herurin fór inn í Libanon:

 

01102024_Petur_2

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184106
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095