- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leynará dálkað: Sílaveiðufelagið harmast
Leynará dálkað: Sílaveiðufelagið harmast
Leynará hevur í gjár og í dag verið dálkað av dusti frá jarðhitaboringum í Leynum. Hetta kemur illa við hjá Sílaveiðufelagnum, sum hevur nógv virksemi í ánni og har á leiðini
Mynd: Jón í Haraldsstovu
28.09.2024 - 18:23
- Hvussu hevur fiskurin tað við hesum dustinum? Setir tað seg í táknurnar, ella eru nakrar avleiðingar av hesum?
Jón í Haraldsstovu, formaður í Sílaveiðufelagnum, harmast, nú dust frá jarðhitaboringum er komið út í Leynará, har Sílaveiðufelagið hevur nógv virksemi, ikki minst hesa tíðina á árinum.
Hann heldur, at Umhvørvisstovan eigur at kanna, hvørja ávirkan slíkt dust kann hava á lívið í ánni.
Hoyrið innslag við Jón í Haraldsstovu her:
Jon_i_Haraldsstovu_lidugt
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV