Ísrael herjar á Hizbollah

Ísrael herjar á Hizbollah
Sterkar spreingingar hoyrdust seinnapartin í libanesiska høvuðsstaðnum, nú ísraelski herurin ger loftálop á høvuðsstøðina hjá Hizbollah í Beirut-forstaðnum Dahieh.
Ísrael hevur møguliga beint fyri Hizbollah-leiðaranum, Hassan Nasrallah, í atsóknum at málum í Beirut í dag
Mynd: Ibrahim Amro/AFP/Ritzau Scanpix  
 
27.09.2024 - 20:24

Fýra bygningar skulu vera hart raktir í atsóknini, upplýsir libanesiska sjónvarpsrásin al-Manar, og ein ísraelsk kelda upplýsir fyri netmiðlinum Axios, at málið fyri atsóknini var hægsti Hizbollah-leiðarin Hassan Nasrallah.

Í kvøld vilja ísraelskar keldur vera við, at sterkar ábendingar eru um, at Nasrallah var staddur á høvuðsstøðini, haðani sera lítil møguleiki var fyri at koma út á lívi.

Aðrar keldur vilja hinvegin vera við, at Hizbollah-leiðarin skal vera komin undan atsóknini við lívinum, men enn er einki váttað.

Ísrael einki val
Stjórnin í Libanon heitir á Ísrael um at gevast við atsóknum sínum, ið gera stóran skaða í landinum, skrivar Reuters-tíðindastovan.

- Men tað kemur ikki upp á tal, segði ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu í eini røðu á ST-aðalfundinum í dag.

- Ísrael hevur ikki annað val enn at niðurberja Hizbollah, so leingi sum rørslan hóttir Ísrael, segði hann.

Flýdd í hópatali
Síðsta árið hava yvir 60.000 fólk har norðuri í Ísrael verið noydd at rýma frá húsi og heimi, tí Hizbollah støðugt hevur sent rakettir um markið úr Libanon.

Nú flýggja eisini fólk úr Libanon, og síðstu trý samdøgrini eru yvir 30.000 fólk flýdd til Sýria, sum í sínum lagi hevur verið merkt av kríggi og stríði síðstu 13 árini.

Eitt umboð fyri flóttafólkastovnin hjá ST, UNHCR, sigur eini 80 prosent av teimum, sum nú flýggja úr Libanon til Sýria, vera fólk, sum áður eru flýdd úr Sýria til Libanon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254