Ísraelar noyðast at fyrireika seg til álop úr Libanon

Ísraelar noyðast at fyrireika seg til álop úr Libanon
Libanski heimaherurin skeyt í morgun í minsta lagi 50 rakettir inn í býin Kiryat Shmona har norðuri í Ísrael. 
50 rakettir vóru skotnar inn í Ísrael í morgun, og eldur kom í bygningar í býnum Kiryat Shmona
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
24.09.2024 - 11:26

Fólk í Ísrael mugu vera fyrireikað til, at Hizbollah frameftir fer at leypa á í Ísrael.

Tað ávarar ísraelski herurin um. 

Libanski heimaherurin skeyt í morgun í minsta lagi 50 rakettir inn í býin Kiryat Shmona har norðuri í Ísrael. 

Eingin fólkaskaði var.

Eitt talsfólk fyri ísraelska herin heitir á íbúgvar í landinum um at fyrireika seg til við stuttari fráboðan at fara í bumbuskýli.

Fara ávaringarlúðrarnir at ljóða í Tel Aviv-økinum, hava fólk ein til hálvannan minutt til at finna sær eitt bumbuskýli at fara í, sigur talsfólkið við Ynetnews.

 

Masoud Pezeshian.(Mynd: Reuters)

 

Kann ikki standa einsamalt

Iranski forsetin, Masoud Pezeshian, sigur við amerikonsku tíðindarásina CNN í dag, at Hizbollah 'ikki kann standa einsamalt' í krígnum móti Ísrael. 

Tað skrivar AFP, sum hevur umsett samrøðuna úr farsi til enskt mál.

- Hizbollah kann ikki standa einsamalt móti einum landi, sum verður vart og fær stuðul frá londum í Vesturheiminum, londum í Evropa og úr USA, segði forsetin, sambært tíðindastovuni. 

Pezeshian sigur eisini, at tað má ikki henda, at Libanon verður tað nýggja Gasa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184106
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095