- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES: Ísrael og Libanon eru í veruligum kríggi
Støðan millum Ísrael og Libanon líkist veruligum kríggi, sigur uttanríkisstjórin í ES, Josep Borrell.
- Eg kann siga, at vit eru nærum í stórkríggi, segði Borrell við journalistar í gjárkvøldið.
- Er hetta ikki ein krígsstøða, so veit eg ikki, hvat eg skal kalla tað, sigur hann og vísir á, at 500 fólk skulu hava latið lív og 1.600 eru særd í álopunum í gjár.
Unifil, sum er ST-friðarvarðveitandi herdeildin í Suðurlibanon, hevur sagt seg stúra fyri sivilfólkinum í økinum.
Borrell legði aftrat, at arbeitt verður við at steðga herðingini av álopunum, men 'at ringasti varhugin nú er í ferð við at gerast veruleiki'.
Joseph Borell er uttanríkisstjóri í ES. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
ST-trygdarráðið uppí
Frakland hevur biðið um fund í ST-trygdarráðnum, nú Ísrael hevur hert álopini móti Hezbollah í Libanon, har nærum 500 fólk skulu hava latið lív í gjár.
- Eg havi biðið um kreppufund í ST-trygdarráðnum um Libanon í hesi vikuni, segði franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noel Barrot, á ST-aðalfundi í gjár.
Hann heitti samstundis á partarnar um at 'forða fyri stóreldi í økinum, sum hevði verið vanlukkuligt fyri øll, serliga sivil.
Sivilfólk í hópatali flýggja úr Suðurlibanon til høvuðsstaðin Beirut. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
Libanskir myndugleikar søgdu í gjárkvøldið, at nærum 500 fólk høvdu latið lív, og meira enn 1.600 fingu løstir í ísraelsku álopunum í gjár.
Álopini koma eftir, at Ísrael og iranskt-stuðlaða Hezbollah-rørslan í meira enn eitt ár dagliga hava skotið eftir hvørjum øðrum við markið millum Ísrael og Libanon.