Mjølnir legði fyri við sigri

Mjølnir legði fyri við sigri
Føroyameistararnir úr Klaksvík vunnu sín fyrsta dyst, hóast fleiri spælarar manglaðu í dystinum ímóti Fleyr. Aðrastaðni vunnu sørvingar á ÍF
Mjølnir telist sum ikki einaferð millum favorittarnar í mansflogbólti
Mynd: savnsmynd  
 
23.09.2024 - 17:39

Við bert seks monnum á dómaraseðlinum vann Mjølnir sín fyrsta landskappingardyst í ár, skrivar Flogbóltssamband Føroya.

Klaksvíkingar, sum vunnu FM í fjør, vunnu 3-1 á Fleyr, ið heldur ikki var væl mannað til dystin í Klaksvík. Mjølnir vann fyrsta sett, áðrenn Fleyr javnaði.

Heimaliðið vann eisini triðja og fjórða sett.

SÍ verður helst fremsti avbjóðarin hjá Mjølni um FM-heitið, og sørvingar fingu góða byrjan ímóti ÍF, sum hevði Vukasin Nedeljkovic aftur á kantinum.

SÍ vann tvey tey fyrstu settini, áðrenn ÍF minkaði um munin við 27-25 sigri í triðja setti. Sørvingar fingu kortini avgjørt dystin til 3-1.

Næsta leygardag tekur ÍF ímóti Fleyr, og Ternan spælir sín fyrsta dyst í kappingini, tá Mjølnir kemur á vitjan.

Polestar-deildin

Mjølnir – Fleyr, 3-1 (25-23, 18-25, 25-21, 25-22)
SÍ – ÍF 3-1 (25-20, 25-17, 25-27, 25-19)

 

SÍ smurdi føroyameistaran av

Dráttur vann bæði lands- og steypakappingina í fjør, men mestsum allir spælararnir eru ikki í felagnum longur.

Tað sást ímóti SÍ, sum vann ein tryggan sigur við trimum settum ímóti ongum. Sørvingar hava ongar útlendingar í ár, men landsliðshevarin Janna Falkvard er afturkomin úr Danmark, skrivar FBF.

Fleyr vitjaði TB í høllini í Trongisvági, og havnarkvinnurnar fóru norður aftur við 3-0 sigri í skjáttuni.

Næsta leygardag spæla KÍF og Mjølnir sínar fyrstu dystir í kappingarárinum, tá tey møtast í Kollafirði. Sama dag spælir Dráttur á heimavølli ímóti TB.

Hotel Djurhuus-deildin

SÍ - Dráttur 3-0 (25-8, 25-10, 25-19)
TB - Fleyr 0-3 (14-25, 17-25, 19-25)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. oktober
Mono - Føroysk táttayrking (1:5)
182095
Týsdag 15. oktober
Tíðarrák (1:5)
182052
Týsdag 15. oktober
Morgunlestur týsdagur 15. oktober 2024
181964
Mánadag 14. oktober
Við Tórði á túri á Eydnufestivali
182054
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907