50 fólk deyð og fleiri enn 300 særd í Libanon

50 fólk deyð og fleiri enn 300 særd í Libanon
Ísrael leyp aftur í morgun á mál hjá Hezbollah.
Ísrael søkti í morgun at málum hjá Hezbollah í Libanon.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
23.09.2024 - 13:50

50 fólk hava latið lív og fleiri enn 300 eru særd,  eftir at Ísrael í morgun leyp á mál hjá Hezbollah í Libanon. 

Tað sigur suðurlibanska heilsumálaráðið.

Fleiri sjúkrahús hava avlýst ætlaðar skurðviðgerðir, so skurðstovurnar í staðin kunnu taka ímóti særdum eftir ísraelska luftálopið mál í suður- og eysturlibanon í morgun. 

Myndugleikarnir upplýsa samstundis, at allir skúlar í økinum, har álopini eru, eru stongdir í minsta lagi tveir dagar.

- Meira enn 300 mál hjá Hezbollah eru álopin, stendur í fráboðan frá leiðsluni hjá ísraelska herinum. 

 

Benjamin Netanyahu.

 

Netanyahu ávarar

Undan ísraelska luftálopinum í morgun, ávaraði ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu Hezbollah:

- Seinastu dagarnar hava vit rakt fleiri mál hjá Hezbollah, sum rørslan ongantíð hevði ímyndað sær. Um Hezbollah ikki hevur skilt boðskapin, so lovi eg tykkum, at tað fara tey at gera, segði Benjamin Netanyahu í einum sjónbandabroti, sambært Reuters.

 

Petur Petersen

 

Hoyr samrøðu við føroyska sendimannin í Ísrael, Petur Petersen,  í útvarpstíðindunum: 

 

23092024_Petur_Petersen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254