- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísrael við nýggjum uppskoti um vápnahvíld í Gasa
Ísraelskir fjølmiðlar skriva, at Ísrael hevur nýtt uppskot um avtalu um vápnahvíld, sum ber í sær, at gíslar verða latnir leysir úr Gasa, og at Hamas-leiðarar kunnu ferðast trygt.
Umframt at samanbrestirnir skulu halda uppat, skulu Hamas-leiðarar sleppa trygt úr Gasa, samstundis sum ísraelar, sum vera hildnir gíslar har, skulu latast leysir, siga ísraelska kringvarpið Kan og blaðið Times of Israel.
Uppskot er lagt fram fyri amerikonsku samráðingarfólkunum, sum væntandi fara at bera tað víðari til arabisk embætisfólk, skrivar blaðið.
Í uppskotinum um vápnahvíld skulu palestinskir fangar í ísraelskum fongslum latast leysir, Gasageirin skal avvápnast, og nýggj stjórn skal tilnevnast, skrivar blaðið.