- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðmaður settur í samband við kallingartól hjá Hizbollah
Eitt felag, sum er skrásett í Bulgaria, verður nú sett í samband við kallingartólini, sum Hizbollah hevur keypt.
Tað skrivar eitt ungarskt blað.
Maðurin, sum eigur felagið, skal vera norðmaður og búgva í Oslo, skrivar norski miðilin VG.
- Norska fregnartænastan PST veit um upplýsingarnar, men eg kann ikki siga meira um málið, sigur Trond Haugebakken í PST við blaðið.
Sprongdust í luftina
Í minsta lagi 12 fólk lótu lív og nærum 3.000 fingu løstir týsdagin, tá ið kallingartól, sum Hizbollah-rørslan í Libanon átti, sprongdust í luftina.
Og í gjár lótu 25 fólk lív og meira enn 500 fingu løstir, tá ið fleiri walkie-talkie sprongdust í luftina.
Bulgarska fregnartænastan sigur í tíðindaskrivi í dag, at tolleftirlit hava ikki verið við vørum sum kallingartól.
Fregnartænastan upplýsir eisini, at eingi tollmál eru móti felagnum, sum er nevnt í fjølmiðlunum.
Norski miðilin VG skrivar, at ein norðmaður eigur felagið. VG vísir á skrásetingarskjølini hjá felagnum, sum tey hava sæð, har ein norðmaður er skrásettur sum eigari.
Dagligir skotbardagar
Síðani kríggið brast á í Gasageiranum, hava Hizbollah-deildir og ísraelskar herdeildir nærum dagliga skotið eftir hvørjum øðrum.
Ísrael hevur fleiri ferðir hótt við innrás í Libanon, nú støðan er vorðin alsamt spentari millum londini.
Stúrt verður nú fyri, at kríggið í Gasabeiranum fer at breiða seg til Libanon.