- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra koyrdu ov skjótt
Fýra bilførarar, sum koyrdu ov skjótt, vórðu tiknir í einum átaki hjá politinum Millum Fjarða í gjár.
Tríggir teirra fáa klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt ávikavist 108, 109 og 110 km/t, og tann fjórði fekk treytaða frádøming, tí hann koyrdi 132 km/t.
Politiið gjørdi eisini eitt átak við Stranda skúla í gjár, og har fekk ein bilførari bót, tí eitt barn, minni enn 135 centimetrar, ikki sat í góðkendum setri.
Í gjár varð eitt tunað prutl tikið í Havn. Politiið legði hald á tað og tók tað á støðina, har ólógligu lutirnir verða tiknir av, áðrenn eigarin fær prutlið aftur.
Vakthavandi sigur, at tað er gerandiskostur um alt landið, at fólk kæra um tunað prutl.
Tvær ferðir í gjár vóru grindaboð. Í øðrum førinum í Sundalagnum, millum Kollafjørð og Hósvík, og í hinum førinum í Kalsoyarfirði.
- Av tí at talan var um smærri bólkar og helst nísu ella springara, varð valt einki at gera við tað, sigur vakthavandi.