266b bíðar

266b bíðar
Tað gongst illa at fáa mál um grein 266b avgreidd í Føroya rætti
Føroya rættur.
 
13.09.2024 - 06:07

Tað gongst illa at fáa mál um grein 266b avgreidd í Føroya rætti.

Trý mál eru útsett í summar, og enn eru tey ikki komin í rættarlistan aftur.

Í juni var ein maður í rættinum, tí hann skrivaði niðrandi um samkynd, helt ákæruvaldið.

Tá maðurin var skuldsettur, játtaði hann seg sekan.

Tá hann var í rættinum, játtaði hann at hava skrivað tað, sum hann var ákærdur fyri.

 

 

Menn hann játtaði tó ikki, at tað, sum hann skrivaði, er revsivert.

Málið var tí útsett.

Nú í september eru tvey mál útsett.

Í øðrum bleiv ivi um, hvat kynsligur samleiki er.

Ein málfrøðingur skal gera rættinum eitt upprit um tað.

Hitt bleiv útsett, tí nevningatingið, sum var í Føroya rætti í síðstu viku, endaði ikki fyrr enn týsdagin í hesari vikuni, tá málið um 266b stóð í rættarlistanum.

Rætturin hevði ikki stundir at viðgera tað tann dagin.  

Tað málið er um etniskan uppruna.

Grein 266 b í revsilógini sigur, at tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til tvey ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109