- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósamd um lógarheimild at friða fugl
Lógarheimildin er longu har, so ikki er neyðugt at fara í løgtingið við fuglafriðingini út á 500 metrar úr landi.
Hon kann tí gerast við kunngerð.
Tað heldur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, sum hevur svarað Árna Skaale, løgtingsmanni.
Hann spurdi um ætlaða friðingina út á 500 metrar.
Hann spyr, um uppskotið um kunngerð um sigling fram við landi, har fuglur er, er grundað á røttu lógarheimildina.
Lógarheimildin tykist í høvuðsheitum at vera til regulering í sambandi við oljuvinnu, sigur tingmaðurin.
Hann heldur tí, at friðingarnar í kunngerðini byggja á lógarheimild, sum upprunaliga tykist at hava annað høvuðsendamál.
Ingilín D. Strøm sigur, at hon hevur heimildina í lógini um havumhvørvisvernd.
Hon hevur tí heimild frá løgtinginum at verja fuglastovnarnar móti neiligari ávirkan frá sigling og larmandi virksemi undir landi, sigur hon.