Naddoddur komin aftur til landið

Naddoddur komin aftur til landið
Seksæringurin Naddoddur, ið holvdist, tá roynt var at sigla og rógva bátin úr Føroyum til Noregs, og eitt fólk druknaði, er nú komin aftur til landið
Naddoddur á Sundi í morgun
Mynd: Rúni Nielsen / Bátafelagið Naddoddur  
 
11.09.2024 - 13:16

Á Facebook vanganum hjá Bátafelagnum Naddoddi stendur nú, at seksæringurin er komin aftur til Føroya. Í morgun varð Naddoddur hivaður í land á Sundi. 

Herfyri varð ein roynd gjørd at rógva og sigla Naddodd, ið er heimahoyrandi á Tvøroyri, aftur til Noregs í kjalavørrinum frá víkingunum. 

Ferðin, ið var ein ævintýraferð hjá fólkum úr Sveits, Meksiko og Føroyum, endaði sum ein vanlukka, tá seksæringurin holvdist. 

 

Les eisini: Naddoddur holvdur: Fimm persónar bjargaðir, men ein er druknaður

 

Øll seks fóru fyri borð, men ein av teimum, 29 ára gamla Karla Dana úr Meksiko, hekk føst í bátinum.

Hini megnaðu til endans at fáa hana leysa, men staðfestu, eftir at hava roynt at fáa lív í aftur hana, at hon stóð ikki til at bjarga.

Tey, sum sluppu við lívinum, megnaðu at koma upp í bjargingarbátin, og tyrla kom seinni og bjargaði teimum.

 

Les eisini: Norska løgreglan: Stór alda holvdi Naddodd

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480