Sølvi skal menna føroysku svimjingina

Sølvi skal menna føroysku svimjingina
Sølvi Reinert Hansen er nýggjur aðalskrivari í Svimjisambandinum, sum ongan slíkan hevur havt í hálvtannað ár. Hann skal skipa og menna føroyska svimjing
Lógvatak: Sølvi Reinert Hansen (t.h) og formaðurin í Svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu
Mynd: Svimjisamband Føroya  
 
05.09.2024 - 09:00

Sølvi Reinert Hansen er nýggi aðalskrivarin í Svimjisambandi Føroya og skal skipa og menna føroyska svimjing frameftir.

Svimjisambandið hevur ongan aðalskrivara havt í hálvtannað ár. 

Sølvi Reinert Hansen hevur drúgvar royndir í føroyskum ítrótti. Hann var sjálvur virkin íðkari og seinni hevur hann verið ráðgevi, aðalskrivari og forseti ÍSF, og limur í altjóða oyggjaleikanevndini, IIGA, skrivar Svimjisambandið.

Seinastu 13 árini hevur hann starvast sum mentanarleiðari hjá Runavíkar Kommunu. 

 - Vit vænta okkum nógv av nýggja samstarvinum, har Sølvi óivað kann læra okkum ymiskt um, hvussu Svimjisambandið kann betrast og mennast. Møguleikarnir eru mangir, millum annað vegna nýggju svimjihallirnar sum eru á veg í Havn og í Runavík, skrivar ssf.

Fyrsta stóra uppgávan hjá Sølva Reinert Hansen, sum byrjaði í starvinum 1. september, er norðurlendsk ráðstevna um svimjifrálæru, sum Svimjisambandið er vertur fyri í Norðurlandahúsinum í oktober.

 

05092024_Solvi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017