Minni olja til at gera streym og hita

Minni olja til at gera streym og hita
Umhvørvisstovan væntar, at minni olja verður brúkt til at gera streym og hita í ár enn í fjør, tí nógv meira grøn orka er
Betri rakstur er í Sundsverkinum nú.
 
05.09.2024 - 06:03

Umhvørvisstovan væntar, at minni olja verður brúkt til at gera streym og hita í ár enn í fjør, tí nógv meira grøn orka er.

Men betri rakstri á Sundsverkinum ger eisini mun. 

Haraftrat eru tillagingar gjørdar í fjarhitaskipanini, sum gera, at spillhiti frá brennistøðini á Hjalla og frá Sundsverkinum verður betur gagnnýttur.

Samanumtikið, tá millum annað bilar, skip og ídnaður eru tald við, er olja er framvegis nógv tann størsta orkukeldan í Føroyum. Hon er 89 prosent.

Í fjør brúktu vit 302.400 tons av olju, 7.000 tons meira enn í 2022, men 11.000 tons minni enn í 2021, sum er tað árið, mesta oljan var brúkt.

Útreiðslurnar til oljukeyp eru stórar.

Størsta útreiðslan higartil var 2,3 mia. kr. í 2022.

Í fjør var hon slakar tvær milliardir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981