- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gasa: 640.000 børn skulu koppsetast
Í dag byrjar koppsetingin av børnum í Gasa fyri polio - tað sum eisini eitur barnalamningur.
Ísrael og Hamas eru komin ásamt um at steðga stríðnum í Gasa í nakrar tímar komandi tríggjar dagarnar, so børnini kunnu verða koppsett.
Hósdagin segði ein talsmaður hjá heimsheilsustovninum WHO, at koppsetingin skal gerast í trimum serstøkum sonum og tað verður frá klokkan 6 á morgni til klokkan 3 um dagin.
Fyrsta koppsetingarumfarið verður mitt inni í Gasa. Síðani verður farið til syðra part av Gasa, og til seinast verður koppsett í norðara parti av Gasa.
Sambært WHO má koppsetingin gerast í tveimum, og fýra vikur mugu vera millum koppsetingarnar.
Málið er at koppseta umleið 640.000 børn yngri enn 10 ár, og tey skulu øll koppsetast tvær ferðir. 1,26 milliónir skamtar eru longu nú komnir til Gasa, skrivar norska TV2.