Meira útlát í fjør enn árið fyri

Meira útlát í fjør enn árið fyri
Vakstrarhúsgassini vóru 2,5 prosent fleiri, sigur Umhvørvisstovan
Færri russisk skip bunkra í Føroyum. Tað sæst aftur í útlátstølunum.
 
29.08.2024 - 06:39

Útlátið í Føroyum vaks í fjør.

Vakstrarhúsgassini vóru 2,5 prosent fleiri, sigur Umhvørvisstovan.

Útlátið frá ídnaðinum, elframleiðsluni og øðrum skipum enn fiskiskipum vaks.

Men onnur brúktu minni olju í fjør enn í 2022.

Útlátið minkaði í 2022, men vaks so aftur í fjør.

Ídnaðurin brúkti triðingin meira olju í fjør enn í 2022.

Serliga var meira olja brúkt til at gera fiskamjøl. 

Hóast meira vindorka var í fjør enn í 2022, noyddist SEV at brúka meira olju í fjør.

Revsitiltøk gera mun

Revsitiltøkini móti Russlandi eru stór orsøk til, at sølan til útlendsk fiskiskip er minkað. 

Vera útlendsku fiskiskipini ikki tald við í føroysku útlátstølunum, er vøksturin ikki 2,5, men 5,2 prosent.    

Samanborið við 2022 bunkraðu føroysk fiskiskip fýra prosent meira olju.

Útlendsk fiskiskip bunkraðu 13 prosent minni olju. 

Og annað árið á rað var útlátið frá húsarhaldum nógv minni enn undanfarna ár. 

Akfør dálkaðu fýra prosent minni í fjør enn í 2022. 

Umhvørvisstovan hevur júst almannakunngjørt frágreiðingina Útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum 1990 til 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977