- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leingja royndartíðina við bíleggingarskipanini ein mánað aftrat
Leingja royndartíðina við bíleggingarskipanini ein mánað aftrat
Nú verða eftirmetingar gjørdar, eisini av ferðaseðlaprísunum
26.08.2024 - 12:59
Bíleggingarskipanin hjá Strandferðsluni hevur sum heild riggað væl, men nú verður royndartíðin longd ein mánað aftrat, meðan skipanin verður eftirmett.
- Prísirnir verða eisini eftirmettir, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni:
26082024_Bileggingarskipan
Erla Kongsdóttir røkir í løtuni Hestleiðina. Bíleggingarskipanin á hesi leiðini verður væntandi sett í verk um einar 14 dagar.
Í løtuni fevnir bíleggingarskipanin um fýra farleiðir: Suðuroyarleiðina, Kalsoyarleiðina, Mykinesleiðina og Skúvoyarleiðina.
Niels Juel Arge sigur, at ætlanin er at seta hana í verk á Hestleiðini innan tvær vikur, Nólsoyarleiðini innan ein mánað og á Fugloyar- og Svínoyarleiðini seinni í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV