Ringt veður er grønt veður

Ringt veður er grønt veður
Nógvi vindurin og nógva regnið, sum hevur verið í august, sæst aftur í elframleiðsluni hjá SEV
 
21.08.2024 - 06:00

Elframleiðslan í Føroyum hevur í stóran mun verið grøn í august. Serliga seinastu vikuna hevur verið gott grønt orkuveður. Av samlaðu framleiðsluni frá 13. til 19. august vóru sløk 60 prosent vindorka og sløk 25 prosent vatnorka. 

Best stóð til í grønum veðri leygardagin 17. august. Tá brúkti SEV onga olju. Øll nýtt elorka í Føroyum var grøn leygardagin. Vindur stóð fyri 65,16 prosentum av elframleiðsluni, vatn fyri 33,59 prosentum og biogass var 1,25 prosent.

Í Suðuroynni var elframleiðslan 100 prosent grøn, bæði leygardagin og sunnudagin, vísa hagtøl hjá SEV.

Orkuframleiðslan hevur ligið millum 45 og 52 MW í meginøkinum síðstu dagarnar. Í Suðuroynni hevur orkuframleiðslan ligið millum 3,25 og 5,96 MW. Elskipanin í Suðuroynni er óheft av restini av Føroyum.

Fleiri hagtøl um orkuframleiðslu kunnu síggjast á sev.fo. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977