Nýggjur grønur flokkur á veg í fólkatingið

Nýggjur grønur flokkur á veg í fólkatingið
Fyrrverandi politikari í Alternativet, Theresa Scavenius, stovnar nýggjan politiskan flokk, sum skal fremja gjøgnumskygni og styrkja grønan politikk í fólkatinginum
Uttanflokkatinkvinnan Theresa Scavenius hevur stovnað flokkin Grønne Demokrater sum eitt mótsvar til gongdina á Christiansborg, sum hon heldur, er merkt av vantandi gjøgnumskygni.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.08.2024 - 14:50

Fólkaræðið er í afturgongd, og misálitið á politikarar veksur á Christiansborg.  

Hetta skal nýggi flokkurin Grønne Demokrater broyta. 

Tað skrivar uttanflokkatingkvinnan, Theresa Scavenius, sum hevur stovnað nýggja flokkin, á sosiala miðlinum LinkedIn.  

Sambært henni skal meira gerast fyri at skunda undir grønu gongdina í samfelagnum, men vantandi politiskt gjøgnumskygni leggur fót fyri grønu umleggingini. 

 

Fólkaræðið er hótt 

Flokkurin Grønne Demokrater er stovnaður sum eitt mótsvar til gongdina á Christiansborg, sum Scavenius heldur vera merkt av vantandi gjøgnumskygni. 

Tá politikarar umrøða politisk mál á Christiansborg, verður ov ofta tosað í krókunum, í staðin fyri at málini verða tikin upp í fólkatinginum.  

Henda støðan, heldur Scavenius, leggur trýst á fólkaræðið, og avleiðingin er, at stígur kemur í politisku viðurskiftini, serliga veðurlags- og umhvørvispolitikkin. 

"Vit fáa ikki longur tann politikkin, sum vit atkvøða fyri, tí lógarmyllan á Christiansborg melur ikki. Frágreiðingin er millum annað, at flokkarnir tøma fólkatingið fyri fólkaræðisliga lóggávu. Tað er serliga eyðsýnt á veðurlags- og umhvørvisøkinum," skrivar hon millum annað í kunngerðini á LinkedIn. 

 

Gongdin má broytast 

Scavenius viðgongur, at tað er eingin løtt uppgáva at broyta ta afturlatnu mentanina á Christiansborg, men eina roynd vil hon gera.

Í nýggja flokkinum skal tað verða siður at tosa opið um politisk viðurskifti. Tað skrivar hon í reglugerðini, sum flokkurin skal fylgja.  

"Vit vilja gera upp við siðin um ta afturlatnu mentanina á Christiansborg, sum er merkt av, at flokkarnir hava flutt politikkin úr fólkatinginum til fundir fyri afturlatnum hurðum á stjórnarskrivstovum."

Theresa Scavenius

 

Flokkurin fer at leggja dent á trý viðurskifti, sum skulu fremja gjøgnumskygni:

 

  • Flokkurin vil ikki vera við í semjum, sum verða gjørdar fyri afturlatnum hurðum. Øll viðgerð av lógarmálum skal vera í opna rúminum hjá fólkatinginum. 

  • Flokkurin hevur onga floksstýring. Øll atkvøða eftir egnari sannføring, sum grundlógin eggjar til. Framsøgufólk koma bert við tilmælum. 

  • Flokkurin fer at seta tíð av til at samráðast um lógaruppskot, og tí skulu lógaruppskot hava tríggjar viðgerðir.

 

Fleiri nýggir flokkar á Christiansborg

Seinastu árini eru fleiri nýggir politiskir flokkar stovnaðir í fólkatinginum. Eyðkent fyri rákið er, at tað eru politikarar, sum eru farnir úr einum flokki, og síðani hava stovnað egnan flokk, eftir at hava verið uttanflokka í fólkatinginum eina tíð.

Í 2022 stovnaði Lars Løkke Rasmussen flokkin Moderaterne, eftir at hann tók seg úr Venstre, tí ófriður var innanhýsis í flokkinum.

Stutt eftir sama ár bleiv flokkurin Danmarksdemokraterne stovnaður. Við Inger Støjberg, fyrrverandi næstforkvinnu í Venstre, á odda vildi hon skipa ein borgarligan flokk við einum strangum innflytarapolitikki.

Nú er tað Theresa Scavenius, sum hevur eina fortíð sum fólkatingslimur fyri Alternativet, ið hevur stovnað egnan flokk.

Tað vóru ákærur um vánaligt arbeiðsumhvørvi og vantandi evnir at samtarva, sum gjørdi, at aðrir limir tóku við, at Scavenius ikki skuldi halda fram sum framsøgufólk í flokkinum. Seinni avgjørdi Scavenius sjálv at fara úr flokkinum. 

Nýggi flokkurin Grønne Demokrater hevur brúk fyri 20.000 undirskriftum fyri at stilla upp til fólkatingsval.

 

Um Theresu Scavenius
Theresa Birgitta Brønnum Scavenius er fødd 26. juli 1984 í Svendborg og býr nú í Keypmannahavn.
Hon stillaði upp fyri Alternativet í 2022 og hevur verið limur í fólkatinginum síðani 2023.
Theresa Scavenius bleiv í 2009 útbúgvin cand.scient.pol frá Københavns Universitet.
Í 2017 tók hon við starvi sum lektari á Aalborg Universiteti og hevur i fleiri ár granskað í veðurlags- og umhvørvisviðurskiftum.
Kelda: ft.dk og aau.dk

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977