Ónøgdur verji: "Paul Watson viðfarin sum ein brotsmaður"

Ónøgdur verji: "Paul Watson viðfarin sum ein brotsmaður"
Julie Stage, verji hjá Paul Watson, heitti á dómaran um at loyva Paul Watson at búgva á hotelli heldur enn at sita saman við dømdum fólkum. Ynskið varð ikki gingið á møti
Paul Watson sleppur ikki á hotell at sita í varðhaldi
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
16.08.2024 - 08:24

Julie Stage, sum er verji hjá Paul Watson, er ónøgd við rættarfundin hjá Watson í Nuuk í gjár, har avgjørt varð at leingja varðhaldsfongslingina av honum til 5. september.

Sermitsiaq skrivar, at verjin hjá Paul Watson er sera ónøgdur við, at tey ikki sluppu at vísa eitt filmsbrot úr sendirøðini Whale Wars, sum eftir øllum at døma skal prógva, at Paul Watson ikki er sekur í einari av ákærunum, sum Japan hevur sett fram móti honum.

Verjin Julie Stage er eisini ónøgd við, at eingin tulkur var, sum kundi umseta fyri Paul Watson. Fleiri fólk í rættarhølinum royndu seg sum tulkar, men tað riggaði illa, og til endans mátti Julie Stage sjálv umseta so hvørt og greiða Paul Watson frá, hvat bleiv sagt.

 

Vildi hava Watson á hotell at sita

Og verjin er eisini ónøgdur við, at Paul Watson er lagdur í hondjørn og sum heild verður viðfarin sum ein brotsmaður.

Heitt varð á dómaran um at loyva Paul Watson at búgva á hotelli afturfyri, at passið verður tikið frá honum, so leingi hann er í Grønlandi, í staðin fyri at sita í varðhaldi saman við dømdum fólkum, men tann áheitanin varð ikki gingin á møti.

Nýggjur rættarfundur er ásettur at vera 4. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035