- Tíðindi, mentan og ítróttur
Niels Jørgen Nielsen er nýggjur rakstrarleiðari hjá SSL
Niels Jørgen Nielsen er nýggjur rakstrarleiðari hjá SSL
Strandfaraskip landsins hevur fingið nýggjan rakstrarleiðara

Niels Jørgen Nielsen er nýggjur rakstrarleiðari í Strandfaraskipum landsins
15.08.2024 - 08:06
Niels Jørgen Nielsen er settur í starvið sum rakstrarleiðari hjá Strandfaraskipum landsins.
Niels Jørgen Nielsen bleiv skipsførari í 1989.
Hann var síðani í 12 ár stýrimaður og skipsinspektørur hjá A.P. Møller.
Frá 2013 til 2019 var hann yvirstýrimaður og avloysaraskipari á Smyrli.
Eina tíð var hann stýrimaður á Norrönu.
Tá Skipaeftirlitið, sum nú er Sjóvinnustýrið, var yvirtikið, var Niels Jørgen Nielsen í fýra ár sýnsmaður har.
Hann hevur eisini verið próvdómari hjá Akstovuni og lærari á Vinnuháskúlanum og á Brandskúlanum í nógv ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV