Undantaksstøða lýst í russiska landslutinum Belgorod

Undantaksstøða lýst í russiska landslutinum Belgorod
Sostatt eru tveir russiskir landslutir nú í undantaksstøðu. Hin er Kursk beint norðanfyri Belgorod, har Ukraina leyp á í farnu viku.
Ukrainskir hermenn í russiskum tanksi
 
14.08.2024 - 15:17

Undantaksstøða er nú lýst í russiska landslutinum Belgorod, eftir at ukrainski herurin hevur lopið á mál har.

Sostatt eru tveir russiskir landslutir nú í undantaksstøðu - hin er Kursk beint norðanfyri Belgorod, har Ukraina leyp á í farnu viku.

Vyacheslav Gladkov, sum er guvernørur í Belgorod, sigur sambært BBC, at støðan er "sera trupul", tí ukrainski herurin javnan ger atsóknir inn í landið.

Hann sigur, at sivil fólk hava latið lív ella eru særd, og bygningar hava eisini fingið skaða, harímillum ein kirkja og ein bygningur hjá umsitingini, eins og ein gassleiðing eisini er rakt. 

Russland sigur, at 117 ukrainskar dronur eru skotnar niður í nátt í landspørtunum Kursk, Voronesj, Belgorod og Nisjny Novgorod.

Sambært ukrainska uttanríkisráðnum er Ukraina ikki áhugað í at yvirtaka russisk øki, men álopini verða framd fyri at trýsta Russland til at enda kríggið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962