25 ára gamli sviin varðhaldsfongslaður

25 ára gamli sviin varðhaldsfongslaður
Rætturin í Frederiksberg avgjørdi fyrrapartin, at 25 ára gamli sviin, sum í gjár var tikin við tveimum hondgranatum uppi á sær, skal varðhaldsfongslast í fýra vikur
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
14.08.2024 - 13:56

25 ára gamli sviin, sum varð handtikin í gjárkvøldið fyri millum at vilja spreingja tvær hondgranatir í Keypmannahavn, er blivin varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Tað tók rætturin á Frederiksberg avgerð um, eftir at maðurin var í grundlógaravhoyring í morgun, skrivar DR.

Tað var í gjárkvøldið, at politiið í Keypmannahavn handtók 25 ára gamla svian, sum hevði tvær hondgranatir uppi á sær.

Handtøkan var í Tingbjerg í Keypmannahavn.

Maðurin viðgongur, at hann hevði hondgranatirnar í varðveitslu, men viðgongur ikki, at ætlanin var at spreingja tær.

25 ára gamli sviin er enn ein í longu røðini við svium, sum eru tiknir fyri at vera við í brotsgerðum í Danmark. 

Eftir at skuldsetingin varð lisin upp, vóru hurðarnar til rættarsalin latnar aftur, og tí fæst ikki nógv at vita annars um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035