- Tíðindi, mentan og ítróttur
Torført at útbyggja havnina í Gøtu
Rættiliga trupult er at útbyggja havnina í Norðragøtu.
Skal havnin útbyggjast, er neyðugt at taka grótkastið burtur og víðka havnina út móti Gøtunesi.
Árin á lendi, umhvørvi og fólk verður umfatandi, bæði meðan bygt verður, og tá havnin er tikin í nýtslu.
Av tí at havalda liggur inn gjøgnum fjørðin, vil nyttan í at víðka havnina í Norðragøtu ikki vera líka stór, sum loysnin undir Gøtueiði er.
Tað stendur í umhvørvisárinsmetingini um havnina, sum eitt dótturfelag hjá Varðanum og Eysturkommuna ætla at gera við Tjørnunes norðan fyri bygdina undir Gøtueiði.
Avmarkaðir møguleikar
Har stendur, at Eysturkommuna hevur rættiliga avmarkaðar møguleikar at víðka um havnarvirksemið í Gøtu.
Størri skip kunnu ikki liggja í Gøtu í vánaligum veðri, og øki til íðnað og tílikt virksemi er sera avmarkað.
Landsyninngur er illveðursætt í Gøtuvík. Tá ber ikki til at hava skipini hjá Varðanum liggjandi í Norðragøtu.
Skulu atløguviðurskiftini gerast bara nøkunlunda brúkilig í Norðragøtu, er neyðugt at gera innsiglingina smalri, til dømis við einum grótkasti út frá Gøtugjógv, yvir móti verandi grótkasti, sigur Eysturkommuna.