Stjórnarleiðarar: Kríggið í Gaza skal steðga nú

Stjórnarleiðarar: Kríggið í Gaza skal steðga nú
Stjórnarleiðararnir í Stórabretlandi, Týsklandi og Fraklandi heita á Ísrael og Hamas um at skriva undir eina vápnahvíld beinanvegin
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
12.08.2024 - 12:29

Kríggið í Gaza, sum hevur vart í meira enn 10 mánaðir, skal steðga nú.

Tað siga stjórnarleiðararnir í Stórabretlandi og Týsklandi, umframt franski forsetin, í felags fráboðan.

Keir Starmer, Olaf Scholz og Emmanuel Macron heita á Ísrael og Hamas um at skriva undir eina vápnahvíld beinanvegin. 

Bardagarnir mugu steðga nú. Allir gíslar, sum Hamas framvegis hevur í varðhaldi, skulu latast leysir. Tað stendur millum annað í felags fráboðanini úr Bretlandi, Týsklandi og Fraklandi.

 

40.000 hava latið lív

Leiðararnir vísa eisini á, at fólkið í Gaza hevur tørv á neyðhjálp, alt fyri eitt. 

Teir heita í sama viðfangi á Iran teirra sameindu um ikki at leypa á Ísrael, tí tað vil bara gera støðuna í økinum enn meira spenta.

Roknað verður við, at útvið 40.000 fólk hava latið lív í Gaza, síðani kríggið brast á 7. oktober í fjør. 

Tølini eru frá palestinsku heilsumyndugleikunum, og eru ikki váttað av øðrum. Men sambært tíðindastovuni NTB hevur ST mett tølini at vera álítandi.

Sambært heilsumyndugleikunum eru flestu av teimum deyðu kvinnur og børn, og tey taka ikki dagar ímillum herfólk og sivilfólk. Ísrael metir, at umleið ein triðingur av teimum deyðu eru herfólk, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519