Framvegis avmarkað flogferðsla til og úr Beirut

Framvegis avmarkað flogferðsla til og úr Beirut
Ótrygga støðan í Miðeystri ger, at stór flogfeløg sum Air France og Lufthansa ikki vilja flúgva til høvuðsstaðin í Libanon
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
12.08.2024 - 15:13

Flogferðslan til og úr Beirut er framvegis avmarkað.

Stór flogfeløg sum Air France og Lufthansa vilja ikki flúgva til høvuðsstaðin í Libanon, tí støðan í økinum er ov ótrygg.

Feløgini góvust fyribils við at flúgva til Beirut, tá tveir av ovastu leiðarunum í Hizbollah og Hamas vórðu dripnir og støðan gjørdist enn spentari. Tann avgerðin stendur við, og er fyribils longd til 21. august, upplýsa feløgini.

Lufthansa hevur somuleiðis steðgað allari flúgving til Tel Aviv í Ísrael, og felagið flýgur heldur ikki til Teheran í Iran, Amman í Jordan og Erbil í Irak. 

Swiss Air hevur boðað frá, at teirra flogfør ikki flúgva til Beirut og Tel Aviv, fyribils til 21. august. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371