- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit brúktu meiri olju í fjør og dálkaðu tí eisini meiri
Føroyar brúktu 7.000 tons meiri olju í fjør enn í 2022, sigur Hagstovan.
Vit brúktu 301.000 tons av olju í fjør.
Vøksturin er tvey prosent.
CO2 útlátið var tí eisini størri í fjør enn í 2022, sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri í Umhvørvisstovuni.
Íðnaðurin brúkti 8.289 tons meiri olju í 2023 enn í 2022.
SEV brúkti 4.000 tons meiri.
Fiskiskipini brúktu sløk 1.000 tons meiri, men onnur skip brúktu sløk 1.200 tons minni, vísa tølini hjá Hagstovuni.
Akfør brúktu eisini minni í fjør, 1.250 tons minni.
Størsta minking er í bólkinum húsarhald og felagsskapur.
Har var minkingin sløk 3.000 tons.
Tølini vísa, at oljunýtslan var óvanliga stór í 2021, uttan hjá ídnaðinum, har var hon 5.600 tons minni enn í 2020.