- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útlendskir bilar skulu fíggja ábøtur á veganetið
Útlendskir bilar skulu fíggja ábøtur á veganetið
Í heyst kemur lógaruppskot um at leggja avmarkað avgjald, vegskatt, á útlendskar bilar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
31.07.2024 - 09:31
Landsstýrið hevur fingið eitt nýtt hugskot um, hvussu pengar skulu fáast til at asfaltera og gera aðrar ábøtur á veganetið.
Í heyst kemur lógaruppskot um at leggja avmarkað avgjald, vegskatt, á útlendskar bilar.
Landsstýrið ætlar eisini, at el-bilar skulu rinda sama vegskatt, ella vektgjald, sum vanligir bilar og eftir vekt.
Uppskot um tað kemur í løgtingið í vár, sambært løglistanum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV