- Tíðindi, mentan og ítróttur
Savna undirskriftir móti myllum
Sandingar eru farnir at savna undirskriftir ímóti vindmyllulundini í Klivaløkshaga og atkomuvegi stutt vestanfyri Sandsbygd.
Hetta økið er ov týdningarmikið fyri okkum til at vit bara lata standa til, sigur Jóannes í Miðstovuni, sum er ein av fyriskiparunum.
Og í hesum døgum verður gingið hús úr húsi á Sandi at savna undirskriftir.
Fólk aðrastaðni, sum vilja mótmæla vindmyllulundini í Klivaløkshaga og atkomuvegi stutt vestanfyri Sandsbygd, kunna undirskriva talgilt á change.org.
Jóannes í Miðstovni sigur, náttúran er alt ov góð har á staðnum til at fara undir vindmyllur.
Men atkoman er góð, tí er økið bíligt, og tað verður trumlað gjøgnum at gera vindmyllulund har.
- Vit eru so fá, sum eru í móti øgiliga stórum kreftum, sigur Jóannes í Miðstovuni.